Statens Serum Institut ávarar ímóti eini meslinga-farsótt í Danmark. Orsøkin er at ov fá børn eru koppsett ímóti sjúkuni, sum hvørt ár drepur ein millión fólk kring heimin Heitt verður nú á donsk foreldur um at koppseta børn síni.
- Vit eru nær markinum fyri, har múrurin av immuniteti sum skal verja fólkið ímóti meslingum er byrjaður at detta niður, tí vit ikki hava koppsett nóg nógv, ávarar yvirlæknin Steffen Offersen Glismann frá Statens Serum Institut.
Meslingar eru ein sera smittuvekjandi virussjúka, og verður mett sum tann mest ótespiliga og vandamiklasta barnasjúkan við útbroti. Í Danmark skal tann sonevnda samantvinnaða MFR1-vaksinasjónin ímóti m.a. meslingum og fárasjúku gevast børnum, tá tey eru 15 mánaðir gomul.
ST-stovnurin WHO ætlaði annars, at meslingar skuldu vera beindir av vegnum í ár, men enn er ein langt frá hesum málinum. Hvørt ár doyggja ein millión fólk av meslingum kring allan heimin, harav størsti parturin eru børn í u-londunum.
Sjúkan ger immunverjuna veita, og fylgisjúkur sum t.d. heilabruni drepa eisini børn í teimum ríku londunum.