Óttast ikki nýtt nevndarbýti

Á fíggjarnevndarfundi í morgun hendi tað, sum væntað hevur verið leingi - andstøðan valdi Bárð á Steig Nielsen sum formann í fíggjarnevndini í staðin fyri Ruth Vang. Løgmaður hevur boðað frá, at um so bleiv, so skuldu løgtingsnevndirnar veljast av nýggjum á næsta løgtingsfundi.

 

Les eisini Bárður koppaði Ruth

 

Bill Justinussen úr Miðflokkinum siga seg ikki óttast eitt nýtt nevndarval.

- Um so er, so fær andstøðan enn størri vald í nevndunum, sigur Bill Justinussen. Hann vísir á, at tá nevndirnar vóru valdar seinast, hevði valbólkurin hjá samgonguni 20 limir. Í dag hevur hann í mesta lagi 17.

- Lutfallið er so nógv broytt, at andstøðan fer at fáa fleiri nevndarformenn og -meirilutar enn seinast, sigur hann.

 

Les eisini Einki lyfti fingið

 

Sum nú er hevur samgongan meirilutan í trimum av teimum seks vanligu nevndunum, Uttanlandsnevndini, trivnaðarnevndini og mentanarnevndini, og harumframt formannin í vinnunevndini. Andstøðan hevur formannin og meirilutan í fíggjarnevndini og rættarnevndini, umframt meirilutan í vinnunevndini.