Sambært einari spurnarkanning hjá tí íslendska Fréttablaðnum leggja íslendingar ikki stórvegis í Influensa A ella svínakrím, sum sjúkan eisini verður rópt. Næstan 75 prosent av teimum spurdu svaraðu, at tey óttast ikki sjúkuna, og tað sæst, at fólk á bygd stúra eitt lítið sindur meiri fyri sjúkuni enn fólk í Reykjavík og har um vegir.
Annars vísir kanningin eisini, at kvinnur hugsa meiri um krímið enn menn. Í hvussu er óttast 21 prosent av kvinnunum sjúkuna, meðan 13 prosent av monnunum søgdu seg óttast hana.
Fréttablaðið spurdi eisini fólk, hvønn politiskan flokk tey velja, og her vísir kanningin, at veljarar hjá Framsóknarflokkinum óttast krímið meiri enn veljarar hjá øðrum flokkum.









