Óttast bretskan húsagang

Formaðurin í tí konservativa flokkinum í Bretlandi, David Cameron, sum eisini er forsætisráðharraevni hjá flokkinum, heldur, at Bretland er á veg ímóti einum almennum húsagangi.

Hann sigur tað vera púra burturvið, at stjórnin hjá Gordon Brown ætlar at læna enn meiri pengar fyri at stimbra búskapin.

Sambært Cameron fer ætlanin hjá stjórnini at gera, at tey næstu fimm árini fer tann almenna skuldin at veksa so nógv, at hon verður 1,4 milliard pund ella 12.000 milliardir krónur.

Tað er 80 prosent av bretsku bruttotjóðarframleiðsluni, sigur David Cameron við BBC.