Óttast afrikanskt vatnkríggj

Egyptiski forsetin, Mohamed Morsi, er sinnaður at halda allar møguleikar opnar, so tað ikki skal ganga út yvir egyptisku vatnveitingina, at Etiopia ger eina risastóra byrging.

– Men Kairo ynskir ikki, at hetta skal enda við kríggi, leggur egyptiski forsetin aftrat.

Hann sigur í eini sjónvarpsrøðu við islamistisk viðhaldsfólk, at tað ikki upp á nakran máta kann góðtakast, at egyptiska vatntrygdin verður hótt.

– Vit eggja ikki til kríggj, men vit fara undir ongum umstøðum at loyva, at nakar sleppur at hótta vatnveitingina hjá Egyptalandi, sigur Morsi.