Seyðahundafelagið hevur nú fingið vissu um, at føroyskir hundar nú kunnu fáa sonevnda ISDS skráseting. Vanliga er bert møguleiki at fáa slíka skráseting, um bæði foreldrini at einum hundi eru skrásett í somu skipan, og tí ber sjálvandi ikki til uttan víðari at fáa teir føroysku hundarnar skrásettar.
Men fyri stuttum varð Føroya Seyðahundafelag góðtikið sum limur í ISDS, og tí verður fyrstu stuttuna gjørt undantak, soleiðis at ein byrjandi ISDS skráseting kann fara fram.
Tað verður so sjálvur formaðurin í ISDS, Jim Easton, sum kemur til Føroya, og verður tað hann, sum ger av, hvørt ein hundur er egnaður til ISDS-skráseting.
Vitjanin verður tann 29. august, og sagt verður, at tey, ið ynskja at fáa sínar hundar skrásettar, men sum enn ikki hava latið neyðugu upplýsingarnar, verða biðin um at gera alt fyri. Hetta verður gjørt við at seta seg í samband við formanninum í felagnum, Eyðstein Jensen.










