Ætlanin er fyrst at hittast í Samljóð leygardagin 18. juni til morgunmat. Aftaná verður vitjað í gamla kirkjugarði, har blómur verða lagdar á gravirnar hjá Marini og Sámal Jákupi, sum vórðu borin í heim ávikavist í 1850 og í 1854.
Seinnapartin verður hugnaløta við heitinum "Meg minnist" í Samljóð, har eisini ein kaffimuður verður drukkin, afturvið práti um gamlar dagar.
Um kvøldið verður døgurði við trimum rættum og aftaná verður dansur. Sunnudagin kl. 14 verður aftur farið í Samljóð til ábit.
Tað eru fýra av eftirkomarunum hjá Marini og Sámal Jákupi Jacobsen sum skipa fyri, og taka tey eisini ímóti tilmeldingum til tiltakið. Hesi fýra eru Vígdis Johannesen, Elisa Ingebrigtsen, Sámal Johannesen og Gudmund Jacobsen.










