Fríggjadagin var móttøka hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Felagið varð 60 ár 1. juli.
Samstundis var hetta síðsti dagur sum forstjóri hjá Jens Peter Arge. Gunnar í Liða tekur við eftir hann sum forstjóri.
Í leiðsluni fyri tryggingarfelagið Føroyar sita nú Gunnar í Liða, forstjóri, og Mortan Poulsen, stjóri.
Jens Peter Arge helt røðu í samband við dagin. Hann lýsti felagið í søguligum ljósi og greiddi frá søgu og virksemi.
Síðani kom hann til broytingarnar, sum nú fara fram.
Hann segði, at í 1998 var samtykt í samband við nýggja bygnaðin í felagnum, at stjórnin skuldi mannast við tveimum limum. Eisini varð avgjørt, at ættarliðsskifti í stjórn felagsins skuldi henda á 60 ára degi felagsins.
Jens Peter Arge segði í røðu síni, at nevndin tók hesa tilráðing til eftirtektar og avtalað var eisini, at Jens Peter Arge heldur fram sum ráðgevi hjá nevnd og stjórn til hann fyllir 65 ár. Hann gerst um góðan mánað 64 ár.
Í grannalondum okkara er vanligt, at stjórar innan tryggingar- og fíggjarfyritøkur fara frá um 62 - 63 ára aldur. Jens Peter Arge helt tí tíðina hóska til ættarliðsskiftið. Og hann heldur vera rætt, at teir sum, skulu liva við broytingunum í framtíðini, taka við nú.
Jens Peter Arge greiddi frá, at tað eru 27 ár síðani, at hann byrjaði í gamla samtakinum, Tryggingarsambandinum. Jens Peter Arge gjørdist stjóri í 1989, eftir at táverandi stjórin, Marius Thomasen brádliga doyði. Jens Peter Arge gjørdist forstjóri í 1998.
Hann metir hetta at hava verið áhugaverd ár.
Hann takkaði viðskiftafólki, starvsfólki, hinum stjórunum, nevnd, umboðsráð og myndugleikunum fyri gott samstarv. Eisni ynskti Jens Peter Arge nýggja forstjóranum, Gunnari í Liða, tillukku við nýggja starvinum og Mortani Poulsen alt tað besta, nú teir eru tveireinir í stjórnini. At enda í røðu síni ynskti Jens Peter Arge felagnum góðan byr við vón um framhaldandi menningiðis at Rúni og Rói gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.
Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.
GÍ var betri
Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.
Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.
Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.
At enda skal nevnast, at GÍ eisini átti besta leikaran hendan dagin. Magni Jarnskor stríddist fyri fleiri í samfullar 90 minuttir, og hetta var eisini viðvirkandi til, at reyða kortið hjá Helga ikki fekk nakran serligan týdning. GÍ liðskiparin setti bara ferðina enn meira upp, og so var tann trupulleikin loystur.
»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.
Finala um løgmanssteypið
HB-GÍ 0-1 (0-1)
0-1: Óli Hansen
Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ
Dómari: Suni Johansen
HB:
Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum
GÍ:
Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm










