Hugtakið ognarrættur er í menning í nútíðmans samfelagnum. Ungu ættarliðini tosa meira um minimalismu, og ognarrættur hevur ikki sama týdning sum áður. Dentur verður lagdur á at uppliva so nógv sum gjørligt, at minnast aftur á góðar upplivingar og at eiga pengar inni til fleiri upplivingar.
Talan er meira um hugna og samveru enn innkeyp og ogn. Av tí sama eru tað fleiri ung, sum als ikki hava tað í tonkunum at ogna sær bústað so sum hús. Heldur er talan um leigu. At leiga bústað soleiðis, at tey ikki eru tengd at einum stað og heldur eru leys og frí og kunna gera sum teimum lystir.
»Aparigraha« er orðatakið, ið verður nýtt, at lýsa komandi ættarliðini við. Aparigraha hevur beinleiðis mótsættan týdning av orðinum ognarrættur, tað merkir at verða óheftur. Altso verða komandi ættarlið lýst sum óheft, at tey liva eitt óheft lív, sum merkir at ognarrættur ikki er í høvuðstonkunum hja teimum flestu.
Hesin lívsstílurin sæst afturvendandi í okkara samfelag, men kanska ikki so átreingjandi, at vit leggja merki til tað.
Netflix, Viaplay, Spotify, Airbnb hava øll broytt mátan vit brúka á, altso fyrr keypti man fløgur og filmar, og einasti møguleiki um man skuldi út at ferðast var at bíleggja hotel. Nú ber til at bíleggja hús og kømur hjá privat fólki gjørnum neti upp á lán.
Menningin sum nú hevur skapt varhuga hjá fleiri er, at tað nú ber til at leiga sær møblar og innbúgv ístaðin fyri at keypa. Fleiri fyritøkur eru við í hesari menningini, og er ætlanin at skapa kapping móti størri fyritøkum sum eitt nú IKEA, sum heldur eggja til størri nýtslu enn annað. Hendan menningin eggjar eisini til minni forbrúk og meira endurnýtslu, sum hevur verið sera nógv umrøtt ta seinastu tíðina og er vorðið meira tilvitað, tá tað kemur til keyp hjá komandi ættarliðum. Tað eru amerikonsku fyritøkurnar Feather og Kubo, ið hava byrja hetta rákið.
Kelda: www.marketingweek.com/2018/12/19/changing-nature-ownership-brands-generation-rent/