Tveir nevndarlimir Randi Á. Jakobsen og Hans Suni Jensen stóðu fyri vali. Bæði blivu afturvald. Umframt tey sita Gøran Wennerstrøm, formaður, Sofus Johannesen og Steinbjørn í Dali eisini í nevndini.
Limatalið hjá felagnum veksur støðugt. Við árslok í 2006 vóru 525 limir. Av teimum eru eini 87 uttanlands úr 9 ymiskum londum.
Eftir aðalfundin helt Max Weihe sera áhugaverdan fyrilestur um Selatrað.
Í felagnum KT Slekt møtast limirnir bert einaferð um árið, og tað er á árliga aðalfundinum. Dagliga samskifta limirnir bert heimasíðuna HYPERLINK "http://www.genealogi.fo" www.genealogi.fo, sum er sera vælumtókt. Kjaktorgið og tær innskrivaðu fólkateljingarnar eru best umtóktar av teimum út við 200 dagliga vitjanunum á heimasíðuni.
Á heimasíðuni eru millum annað fleiri enn 60.000 nøvn úr fólkateljingum frá 1801 og frameftir, ið limir felagsins kunnu leita í. Tað gongur støðugt framá at skriva fólkateljingar inn. Felagið sóknast tó eftir fólki at skriva inn fólkateljingarnar serliga úr norð–oyggjunum.
Felagið arbeiðir eisini við at skráseta allar kirkjugarðar og gravir í Føroyum. Nakað av tilfari er longu tøkt á heimasíðuni. Onkrar kommunur eru sera trekar at lata upplýsingar um kirkjugarðar og vísa til at hetta eru eymar upplýsingar. Felagið meinar at upplýsingar um kirkjugarðar, til ættargranskingar endamál, ikki er í stríð við nakra lóg.