Sunnudagin spældu B68 og GÍ 25. landskappingardystin í fremstu deildini á Svangaskarði, síðani tey hittust fyrstu ferð í 1981. Javnleikurin var tann áttandi, og hetta var fimta ferðin, at úrslitið var 1-1. Hinar ferðirnar hava verið í 1981, 1985, 1995 og 2002. Tølini siga, at GÍ ofta hevur staðið seg væl á Svangaskarði. GÍ hevur vunnið trettan ferðir, og B68 hevur vunnið fýra ferðir. Samlaði málmunurin er 29-56!
Tíðindi
VB 120 ár á baki
Tíðindi