Lutakastið til áttandaparts finalurnar fór fram longu tá lutakastið til 16-parts finalurnar var. Tí vistu øll liðini á leið, hvørjum tey skuldu møta í áttandaparts finalunum.
Nú allir dystirnir eru liðugt leiktir, er tí eisini greitt, hvussu áttandaparts finalurnar síggja út. Ongland og Rusland hava hvør síni trý lið við eftir í kappingini, meðan Italia hevur tvey.
Dystirnir í áttandapartsfinaluni eru hesir:
Viktoria Plzen-Fenerbache
Benfica-Bordeaux
Anzi Makhachkala-Newcastle
Stuttgart-Lazio
Tottenham-Inter
Levante-Rubin Kazan
Basel-Zenit St. Petersburg
Steaua Bukarest-Chelsea
Fyrru dystirnir verða leiktir 7. mars og seinnu 14. mars.
Lutakastið til fjórðingsfinalurnar verður 15. mars og dystirnir verða leiktir 4. og 11. apríl.