Áttandaparts finalur í EL í kvøld

Nú komið er í helvt við áttandaparts finalunum í Champions League, verða allar átta áttandaparts finalurnar í Europa League leiktar í kvøld.

 

Trý lið eru við úr Onglandi og trý úr Russlandi, og har møtast Anzi Makhachkala og Newcastle. Í 16-parts finalunum møtti Newcastle enn einum áður-sovjet liði, nevniliga Metalist Kharkiv.

 

Eisini er vert at leggja til merkis, at verandi Europa League meistarar, Atletico Madrid, varð sligin út í farna umfari.

 

Tvey italsk lið eru eisini eftir í kappingini, annars eru tey væl sløgd út ut um Europa.

 

Dystirnir í kvøld eru:

17.00 Anzi Makhachkala-Newcastle

18.00 Steaua Bukarest-Chelsea

18.00 Stuttgart-Lazio

18.00 Viktoria Plzen-Fenerbache

20.05 Basel-Zenit St. Petersburg

20.05 Benfica-Bordeaux

20.05 Levante-Rubin Kazan

20.05 Tottenham-Inter