Áttanda árið á rað skipar Tórshavnar Súkklufelag í samstarvi við Statoil fyri kappingini Statoil Kring Føroyar. Fyrsti teinurin, tann sonevndi prologurin, verður koyrdur í Klaksvík í kvøld.
Saman við oyggjaleikunum er hendan kappingin tann størsta avbjóðingin hjá føroyskum súkklarum, og tí er tað við stórum spenningi, at teir føroysku súkklararnir nú seta seg á hjólhestin. Tilsamans 23 súkklarar úr trimum londum fara at kappast.
Íslendingar við fyri fyrstu ferð
Hetta eru fyrstu ferð, at íslendingar luttaka í kappingini. Fýra íslendskir súkklarar eru við í kappingini hesuferð, og onkrir teirra skulu at vera rættiliga sterkir.
Íslendingar hava havt eina innanhýsis kapping fyri at gera av, hvørjir súkklarar skulu sleppa til Føroyar at kappast. Nevnast kunnu Gunnar M. Zoega, sum skal vera ídnasti súkklari í Íslandi, og Haukur M. Sveinsson, sum hevur verið íslandsmeistari bæði á fjallasúkklu og kappsúkklu.
Aftur í ár er luttøka úr Danmark. Seks danir hava lagt leiðina hendanvegin at vera við í Statoil Kring Føroyar. Tveir teirra súkkla í A-bólkinum, sum merkir, at teir vanliga súkkla saman við yrkissúkklarum.
Ein av størstu favorittunum í kappingini er 22 ára gamli Thomas Japp Hansen, sum er A-súkklari. Hann hevur fingið góð úrslit í Danmark, og hann er ein, sum haldast skal eyga við.
Niels Jakob Thomsen er hálvur føroyingur, og hann hevur áður luttikið í hesi kappingini. Síðst hann var við, koyrdi hann í C-bólkinum, men hann hevur nú arbeitt seg upp í C-bólkin.
Gunnar og hinir
Gunnar Dahl-Olsen er væl fyri í løtuni, og hann hevur júst vunnið eitt bronsumerki á oyggjaleikunum. Hann er besta føroyska boðið uppá ein vinnara av Statoil Kring Føroyar.
Bogi Christiansen er ein annar frægur súkklari, men hann skal giftast leygardagin, og tí verður hann ikki við á øllum teinunum. Møguliga verður hann við á onkrum av teimum fyrstu teinunum.
Eli Christiansen er ein ungur súkklari, sum eisini var við á oyggjaleikunum. Hann hevur neyvan nakran møguleika at vinna, men møguliga kann hann gera seg galdandi á onkrum einstøkum teini.
Tann súkklarin, sum er fremstur í samlaðu uppgerðini, fer at koyra í eini bláari statoil-troyggju.
Unglingakapping
Sum nakað nýtt verður í ár skipað fyri eini serstakari unglingakapping. Áður hava teir ungu kappast saman við teimum eldru, men hetta hevur ofta víst seg at vera ov tungt hjá ungum og óroyndum súkklarum.
Unlingarnir hava sína egnu kapping, og teir skulu ikki súkkla eins langt og teir eldru. Teir hava eisini sína egnu føraratroyggju eins og hinir. Tríggir unglingar eru við í ár, og teir kappast innanhýsis.
Fyrireikararnir harmast um, at einki konufólk er við í ár, tí undanfarin ár hava nøkur konufólk roynt seg í kappingini.
Teinarnir
Kappingin er býtt í fimm teinar, og prologurin verður í kvøld í Klaksvík, har ein sonevndur einkultstartur á 8 kilometrar er á skránni.
Tann fyrsti veruligi teinurin er í Eysturoynni hósdagin. Byrjað verður í Havn og súkkað verður síðani til Eiðis og um Eiðisskarð. Súkklararnir skulu eisini ein túr til Leirvíkar áðrenn endað verður við Saltangará. Hetta er longsti og harðasti teinurin, serliga er tað túrurin um Eiðisskarð, sum er tungur.
Síðani verður farið til Sandoynna fríggjadagin, har enn ein einkultstartur er á skránni.
Leygardagin verður kappast í Suðuroy, har súkklað verður av Tvøroyri til Fámjin. Málið er í Vági, eftir at súkklararnir hava verið um Hestin.
Sunnudagin er seinasti teinurin á skránni. Byrjað verður á Eiði, og kappingin endar við Statoil støðina í Gundadali, har súkklararnir koma á mál umleið klokkan fimm.
Allir fimm teinarnir enda við eina Statoil støð á staðnum, har súkklararnir verða heiðrarir eftir lokna kapping. Statoil letur peningagávur til tríggjar teir fremstu súkklararnir í samlaðu kappingini. Fremsti súkklarin fær 3.000 krónur, tann næstbesti fær 2.000 krónur og nummar trý fær 1.000 krónur.
Fakta um Statoil Kring Føroyar 2003:
5 teinar í 5 dagar
Samlaði teinurin er 330 kilometrar
23 luttakarar úr trimum londum
Elsti luttakari er 61 ár
yngsti luttakari er 14 ár
Einki konufólk er við í ár
Føroyingarnir í kappingini:
Gunnar Dahl-Olsen
Bogi Christiansen
Sverri Mohr Edvinsson
Bergur Ingemarsson Johansen
Bárður Huusgaard
Beinir Waagstein Rasmussen
Dánjal Michaelsen
Eli Christiansen
Christian Guttesen
Evald Rasmussen
Kári Simonsen
Eyðtór Joensen