Fótbóltur
Hóast KÍ-kvinnurnar herfyri vendu hóttandi tapið til javnleik í heimadystinum móti B36, so var tað ikki fyrr enn um vikuskiftið, at gullið kundi staðfestast.
Og talan gjørdist als ikki um nøkur gummibein, tá KÍ vitjaði í Gøtu.
Hóast GÍ sum bronsuvinnari hevur víst sínar dygdir á vøllinum, so megnaðu tær lítið móti gullgrammu klaksvíkarkvinnunum. Olga Kristina Hansen setti hol á um miðjan fyrra hálvleik, og so var tað Malena Josephsen, sum átti restina. Tvær ferðir hvørju megin steðgin beindi hon bóltin í GÍ-meskarnar, og so var eingin sum helst ivi um, hvar gullið skuldi fara.
Umframt FM-heitið, so vann KÍ eisini steypafinaluna fyrr í ár, og tí kunnu tær enn einaferð rópa seg greipuvinnarar. Hetta fyri sættu ferð í átta ár.









