Tað eru trý sløg av lygnum: Lygnir, forbannaðar lygnir og hagtøl. Hetta skal fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Benjamin Disraeli, hava sagt fyri nógvum árum síðan.
Spurningurin er bara, um tað passar, at hann nakrantíð hevur sagt tað, tí tað er onki prógv fyri tí, og tí verður tað mestsum eitt git.
At gita er at lúgva, er eisini ein máliska, so helst er tað ósatt, men kanska er tað satt.
Tíbetur eru fólk, sum ikki eru so forbannað, at tey lúgva. Tíbetur eru tað nøkur fólk, sum lesa í bíbliuni, og tí eru fullgreið yvir, at tað, ikki at bera falskan vitnisburð ímóti næsta sínum er tað áttanda boðið, sum vit menniskju skulu halda.
Hetta forðar tó ikki somu fólkunum at fegnast um, at hagtøl vísa, at talið av fosturtøkum í Føroyum er minkandi, hóast øll eru greið yvir, at føroysk fostur ikki neyðtúrviliga verða tikin í Føroyum.
Kanska kann mann tá veruliga siga, at hagtøl eru lygnir, ella í hvussu so er bara hálvir sannleikar.
Tað eru eisini nøkur av hesum fólkunum, sum minnast til næsta sín. Summi fólk, sum vilja vera miskunarsom og vilja forða fyri, at okkara fátæku, gomlu ella illa støddu næstar skulu hava tað ringt.
Tað er veruliga gott, at summi fólk fara upp í politikk fyri at verja hesar bólkarnar, og ikki vilja finna seg í, at tey sterku taka frá okkara veikaru næstum.
Eitt av hesum góðu fólkum er Jenis av Rana, sum síðan hann byrjaði í politikki hevur viljað vart tey veiku, men sum nú er partur av einari samgongu, sum sambært hópatals serfrøðingum er við til at gera djúpar gjáir millum sterk og veik.
Tí kom tað ikki óvart á nakran, tá fyrrverandi fakfelagsformaðurin, sum seinni bleiv formaður í Miðflokkinum, hótti við at fara úr samgonguni. Tað var upp á tíðina søgdu nógv. Hann segði enntá sjálvur, at seinasti søludagur var komin.
Men tá hann so kortini gjørdi av at halda fram, so hevði hann ikki logið á forsíðini á Sosialinum. Hann var, sambært sær sjálvum, hvørki komin við einari lygn, einari forbannaðari lygn ella einum hagtali. Hann hevði bara skift meining, og tað mugu vit hava loyvi til. Vit skulu sjálvandi ikki halda fast við nakað, sum ikki passar, um vit finna útav, at tað ikki er so, sum vit av fyrstan tíð hildu. Vit mugu hava loyvi at blíva klókari.
Men – og nú er tað, vit finnast at: Jenis er ikki blivin klókari! Nú skal hann bara brúka sína orku uppá at ávirka hini innanífrá - ein samvitska inni í samgonguni.
Ja, nú skal hann sum partur av samgonguni syrgja fyri at leggja fót fyri samgonguni. Hann skal í prinsippinum gera hinum í samgonguni fortreð – akkurát sum øll hini í samgonguni, sum halda sannleikan vera, at “uttanfyri hevur mann so onga ávirkan."
Jenis er nevniliga ikki nakað eindømi - So langt burtur frá. Tað hevði helst borið til at koppað samgonguni, um øll samgongufólkini, sum siga seg vera ímóti førda politikkinum góvust at lúgva fyri sær sjálvum og okkum øllum.
Men kanska er tað ikki so galið, at tey pella fyri okkum, sum hava valt tey. Onkuntíð er tað rætt ikki at siga sannleikan. Onkuntíð skal áttanda boð skúgvast til viks fyri at verja næstan. Skúladømið er, um tú í 1942 stendur uttanfyri eini hús í Hollandi, og nakrir týskir soldatar spyrja um jødar eru inni í húsinum. Tá er tað rættasta helst at siga nei, og syrgja fyri, at næstin í húsinum ikki endar í einum sorgarleiki.
Hinvegin segði Josef Stalin, at tá ein maður doyr er tað ein sorgarleikur, men tá ein míilión doyr, so er tað hagtøl.
Kanska er tað her, at logikkurin hjá andstøðuni í samgonguni veruliga kemur til sín rætt. Sjálvandi skulu vit verja einstaka næsta okkara, men um vit fara líka illa við teimum flestu, og tað tí verða hagtøl, so er tað ongin sorgarleikur. Hagtøl eru jú eitt slag av lygnum... Ella tað giti eg, at tað má vera, men tað er vist eisini ein forbannað lygn.










