Úttalar seg ikki um Paul Watson

Av prinsipiellum orsøkum vil Linda Hesselberg ikki fyrihalda seg alment til tað, sum Paul Watson ákærir hana fyri.

Fyri løtu síðani skrivaði yvirmaðurin í Sea Shepherd, Paul Watson, eitt sera speiskt uppslag á sínari Facebook-síðu, har hann legði eftir ákæranum hjá føroysku løgregluni, Lindu Hesselberg, fyri at tilætlað at hava seinkað eina rættarsak um skjóttgangandi bátin hjá Sea Shepherd, MV Spitfire. MV Spitfire varð tikin frá Sea Shepherd í september 2014, tí at báturin gjørdi seg inn á nakrar grindahvalir við at reka teir út á opið hav.

 

Nú er Jessie Treverton, sum var ein av teimum trimum, ið vóru umborð á MV Spitfire, tá ið grindin varð rikin burtur, komin til Føroya at gera krav upp á bátin. Jessie Treverton hevur fingið at vita, at rættarsakin ikki verður hildin fyrr enn 24. november í ár, og tað hevur fingið ilt í Paul Watson, sum fyri løtu síðani fór til knøttarnar. Sí leinki niðanfyri:

 

Les: - Hesselberg skomm fyri føroysku rættarskipanina

 

Fyri løtu síðani varð Linda Hesselberg uppringd av in.fo, men hon vildi ikki úttala seg um nakað, sum Paul Watson skrivar á síni persónligu Facebook-síðu til viðhaldsfólk síni.

 

- Av prinsipiellum orsøkum vil eg ikki úttala meg um nakað, sum Paul Watson skrivar á sínari persónligu síðu, sigur Linda Hesselberg í stuttari viðmerking við in.fo.

 

MV Spitfire er framvegis í føroyskum hondum, so frægt sum vit vita.