Úttala seg ikki í persónsmálum

Sjúkrahússtjórin, Poul Geert Hansen, vil ikki gera viðmerkingar til uppsøgnina hjá Jóhan Petur Davidsen, men hann váttar, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum fer at mæla Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, at siga Jóhan Petur Davidsen endaliga úr starvi sínum.

Poul Geert Hansen sigur, at talan er um eitt persónsmál, og tí vil leiðslan ikki gera nakrar viðmerkingar til málið.
- Vit úttala okkum ikki í persónsmálum, men nú er prosessin farin í gongd. Vit hava sent eitt hoyringarskriv til Jóhan Petur Davidsen um ætlaðu uppsøgnina, sum hann hevur 14 dagar til at svara uppá. Vit eru ikki uppsagnarmyndugleiki, men um svarið hjá Jóhan Petur Davidsen ikki broytir nakað upp á ætlanirnar hjá okkum, fara vit at senda eitt tilmæli til landsstýrismannin um at siga mannin úr starvi. Hans Pauli Strøm er uppsagnarmyndugleiki í hesum máli, og tí skal málið so fara víðari frá honum, tá ið tað er komið so langt, sigur Poul Geert Hansen, sjúkrahússtjóri.