Óttafull fakfeløg

So hendi tað aftur, at lands­stýr­ið og løgtingið ætlaði at trumla rættindi hjá fak­fel­øg­num niður.

Leygardagin skuldi tað rætt­i­liga koma til skarp­sker­ing­ar, tá yv­ir­mann­a­fak­fel­øg­ini høvdu lýst verkfall at vera, sum í­tøk­i­liga fór at raka siglingina hjá Strand­ferðsl­uni.

Og tá hóvaði ikki Johan Dahl, sum beinanvegin boð­aði frá, at hann fór í tingið við málinum, soleiðis at Strand­ferðsl­an slapp at sigla.

Málið um at friða strand­fara­skip­ini fyri verkfallið hev­ur verið frammi í nógv ár. Men enn hevur politiski mynd­ug­leikin ikki megnað at koma í tingið við einum lóg­ar­upp­skoti ella at gera av­talur við fakfeløgini, sum kunnu tryggja, at skipini kunnu sigla hóast verkfall.

At slíkt kostar er sjálv­sagt. Tað sum ørkymlar er, at fak­fel­øg­ini eru so forfjónað og nið­ur­bund­in, at tey lata alt um seg ganga. Tey tora einki og megna einki í­móti Jørgen Niclasen og hans­ara 19 fólkum í sam­gong­uni. Flatskatturin og pen­sjóns­for­skatt­ing­in eru dømi um hetta. At tey ikki langaðu nev­an í longu fríggjadagin er ann­að dømi.