Átta venjarar upp á 91 dagar

Tað er ikki heimsins lættasti setningur at verða sitandi í venjarasessinum hjá italska Palermo.

Forsetin í italska felagnum Palermo, sum í løtuni liggur til niðurflyting í Serie A, eitur Maurizio Zamparini. Gjøgnum árini er hann vorðin kendur fyri at skifta venjararnar hjá Palermo út sum onnur skifta hosur. Onki undantak hevur verið í hesum kappingarárinum, har umstríddi forsetin hevur skift átta venjarar seinastu 91 dagarnar. Í gjár varð Davide Ballardini settur sum venjari hjá Palermo, og hesin maður hevur eisini verið venjari hjá Palermo áður í hesum kappingarárinum - nú fær hann enn einaferð kjansin.

 

- Fólk siga, at eg eri svakur, men hetta er ikki satt. Tað eru venjararnir, ið missa takið og lúgva síðani. Tað er eg, sum er offrið í hesum málinum. Gloym ikki, at tríggir venjarar sjálvir skiftu frá okkum. Tað var ikki eg, ið koyrdi teir, sigur Maurizio Zamparini sambært italska Radio 24.

 

So er spurningurin, um áttandi venjarin megnar at bjarga Palermo frá niðurflytingini, ella um enn fleiri venjaraskiftingar skulu til.