Fitt av vindi var í gjár um 18-tíðina, og hann lá inn eftir víkini.
Einki hevur verið gjørt við húsið, síðani eldur var í fyrst í august, og menn vóru bangnir fyri, at vindurin kundi ríva tak og annað og gera skaða har um vegir.
Sløkkiliðið kom tí á staðið og legði trol út yvir húsið. Fleiri mans og fleiri bilar vóru við til at tryggja GÍ-húsið í gjárkvøldið, so sum myndin, ið Jonhard Hammer hevur tikið, eisini vísir.