Átta umfør uttan málleysan dyst

Fótbóltur: Fyri fyrstu ferð síðan 3. umfar endaði dystur málleystur

Tað hendir neyvan ofta í nakrari landskapping í Europa, at í heilum átta umførum á rað er eingin málleysur javnleikur skrásettur.

Soleiðis bleiv tað í 1.deild í ár. Fýra 0-0 dystir vórðu spældir í trimum teimum fyrstu umførunum, og fyri seinastu ferð áðrenn hetta vikurskiftið komu eingi mál fyri meir enn trimum mánaðum síðani í týdninglamiklari uppgerð millum KÍ og HB.

Aftur hesaferð vóru tað áskoðarar í Klaksvík, ið eingi mál skuldu síggja í einum toppdysti, har nógv stóð uppá spæl ? hóast nógvar møguleikar, kláraðu hvørki KÍ ella GÍ at gera mál.


Dystir uttan mál

1 umfar: NSÍ - ÍF

2. umfar: VB-B36

2. umfar: B68 - NSÍ

3. umfar: KÍ - HB

13. umfar: KÍ-GÍ


Í fjør endaðu eisini fimm dystir í 1.deild við 0-0, so vit loyva okkum at vóna, at henda kvotan til málleysar javnleikir longu er uppbrúkt í 1999, sjálvt um fimm umfør eru eftir at leika.