í 2020 vórðu 675 børn fødd á Landssjúkrahúsinum. 309 av teimum vóru gentur og 366 dreingir. Tað upplýsir Landssjúkrahúsið í dag.
220 av mammunum áttu í ár fyrsta barnið, og 455 høvdu roynt tað áður.
Tað komu eisini átta tvíburapør og eitt tríburapar.
##med2##
Eisini vóru nýggju ætlaðar heimaføðingar, tvær óætlaðar og tvær føðingar á veg inn á sjúkrahúsið.
Miðalvektin á øllum børnunum var 3685g. 30 prosent av teimum vigaðu fýra kilo ella meir.
Les eisini: Bogi og Inga skulu hava tríburar












