Átta útisetar á landsliðnum

Fótbóltur - Tá tríggir ungir føroyingar eftir kappingarárið valdu at skifta føroysku feløg síni út við íslendskan fótbólt, øktist talið av útisetunum á landsliðnum munandi

Ofta hevur verið ført fram, at talið av leikarum, sum spæla uttanfyri Føroyar, er alt ov lítið á landsliðnum. Men síðani lands­liðið seinast spældi, eru tríggir leikarar, sum áður spældu í Føroyum, farnir út um land­oddarnar at royna seg.
Christian R. Mouritsen, Jónas Þór Næs og Pól Jóhannus Justinussen hava allir skift til íslendska Val, har Kristján Guðmundsson, ið stóð á odda fyri HB fyrr í ár, er venjari. Umframt teir tríggj­ar í Íslandi, telur føroyska fótbólts­landsliðið eisini leikarar í Onglandi, har Jóan Símun Edmundsson í Newcastle og Gunnar Nielsen í Tranmere Rovers spæla. Í Skotlandi hava vit Atla Gregersen í Ross County, í Noreg er Rógvi Bald­vinsson í Ålgård og í Danmark spælir Christian Lamhauge Holst.

Landsliðsleikararnir, sum spæla uttanfyri Føroyar:

Jóan Símun Edmundsson, Newcastle
Atli Gregersen, Ross County
Christian L. Holst, Silkeborg
Rógvi Baldvinsson Ålgård,
Gunnar Nielsen, Tranmere Rovers
Christian R. Mouritsen, Valur
Jónas Þór Næs, Valur
Pól Jóhannus Justinussen, Valur