Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, ætlar sær nú at leggja uppskot fyri løgtingið um at avtaka átta sessir í løgtinginum. - Tey, sum eftir eru, verða tá sjónligari, sigur hann. Sosialurin veit í dag at siga, at løgtingsmaðurin, Bjørn Kalsø, í næstum fer at leggja fram uppskot um at avtaka átta sessir í løgtinginum. Hann ætlar, at talið á løgtingslimum skal lækkast úr 33 og niður í 25.
Løgtingsmaðurin sigur seg hava viðgjørt uppskotið leingi, og hann hevur eisini roynt at fáa aðrar tinglimir at leggja uppskotið fram saman við sær.
- Í øllum førum verður uppskotið lagt fram í næstum, staðfestir løgtingsmaðurin.
Bjørn Kalsø sigur, at orsøkirnar til uppskotið eru fleiri.
- Í einum lítlum landi sum Føroyum, haldi eg, at tað er ov nógv at hava 33 løgtingslimir. Minka vit talið, verða tey, ið eftir eru, meiri sjónlig, og tað verður lættari hjá veljarunum at fylgja við politiska arbeiðnum, sigur Bjørn Kalsø.
Um átta tingfólk verða færri á løgtingi, fer tað at spara landskassanum góðar fýra miljónir krónur.