Á ólavsøku eru nógv full fólk á gøtunum, og summi høvdu fingið ov nógv niðurum. Løgreglan hevði úr at gera við at koyra ávirkað fólk til hús. Átta svóvu rúsin av sær á støðini.
- Tað eru nógv full fólk á ólavsøku, og átta av teimum svóvu á støðini. Annars royna vit altíð at sleppa undan, at fólk sova á støðini, um tey hava onkrastaðni at fara. Tilsamans fingu vit 44 fráboðanir um ávirkaðið fólk.
- Vit hava eisini koyrt nógv fólk til hús, tí at tey eru vorðin ov ávirkaðið, sigur vakthavandi.