Á innanhýsis samkomu hjá fútanum mánadagin 3. januar 2005 fingu átta starvsfólk handað "politiets hæderstegn".
Heiðursteknið verður latið á nýggjárinum til teirra, sum hava havt 25 ára starvsdag í farna árinum.
Tey vóru: Eyðun Arge, politistøðin í Havn, John Damberg, politistøðin í Klaksvík, Kári Thorsteinsson, Karl H. Johansen og Rani Wardum, politistøðin í Havn, Halldis Poulsen, Fútaskrivstovan, Kristina Christiansen, Jens Jensen, politistøðin í Havn.