Átta ára gomul børn sum hermenn

Kvinnur og børn niður í átta ára aldur eru uppi í stríðsliðum, sum beindu fyri fleiri fólkum í Kongo í síðstu viku

ST-keldur siga, at bæði børn og kvinnur vóru uppi í teimum vápnaðu liðunum, sum lupu á friðarvarðveitandi ST-hermenninar í Kongo í síðstu viku. Níggju hermenn lógu eftirá.
ST-talsmaðurin Kemal Saiki sigur við tíðindastovuna AP, at stríðsliðini hava tikið fleiri túsund fólk gíslar, og at fleiri teirra verða brúkt sum sex-trælir og til at bera vápn og útgerð fyri stríðsliðini.
Leygardagin leyp eitt stríðslið á bygdina Che, og tey, sum sluppu undan álopinum á lívi, hava greitt frá, at bæði kvinnur og børn tóku lut í álopinum á bygdina.
? Har vóru børn niður í átta ára aldur, sum bóru vápn. Fleiri kvinnur vóru eisini vápnaðar, sigur Augusta Ngone við AP. Hon var heppin at sleppa undan álopinum á lívi og er nú í einari flóttafólkalegu.