Átta ár til feita pen­sjón

Ólíka lættari er at vera lands­stýr­is­fólk.

Tá nýtist tær bert at starv­ast í átta ár fyri at náa fulla tæn­astu­­mann­­a­pen­sjón, og tá fært tú 60% av eini lands­­stýr­­is­­mann­­a­løn ­- ella rætt­ari um 27.000 krón­ur um mán­að­in. Og ert tú so heppin, at tú hev­­ur ver­­ið løg­­mað­ur eina stutta tíð eisini, til dømis í eitt ár - innan hesi átta árini, so fært tú fulla løg­mans­pen­­sjón, og tá fært tú slak­ar 32.000 krón­ur um mán­að­in.
Pen­sjónistar, sum eru so rík sum pol­­i­tik­ar­ar­a­pen­sjón­ist­ar hava helst ráð at missa grund­ar­upphæddina í fólk­a­­­pen­sjón­­ini.

Og ert tú ein so hepp­in pol­­itik­­ari, at aldurin hjá tær pluss tvær ferðir starvs­ald­ur­in á tingi og í landsstýrisnum til­­­sam­ans er 95 ár, so fært tú fulla feita pensjón, tá tú ert 60 ár. Og hevur tú verið á Fólk­a­tingi, so fært tú eina feita pen­sjón afturat føroysku pol­i­tik­a­r­a­­pen­sjón­ini.

Sol­­eiðis kunnu til dømis bæði Jó­ann­es Eidesgaard og An­finn Kalls­berg fara frá við full­ari feitari løg­mans­pen­sjón sum 60 ára gamlir. Teir fáa eis­in­i danska pensjón frá Fólk­a­ting­i­num...

Ja, ójavnt er býtt, tað kunnu vit so mangan stað­festa.
Vit siga bara, sum George Or­well gamli segði í 1945, tá bókin Animal Farm kom út. »All animals are equal, but some ani­mals are more equal than others.«
(Øll djór eru líka, men summi djór eru meira líka enn onnur)