Átta ráðharrar til ramadan-døgurða

Fimmta árið á rað verður skipað fyri sokallaðum ramadan-døgurða í Snapsatinginum á Fólkatinginum í kvøld. Tað er SF-tingkvinnan Özlem Cekic (myndin), sum stílar fyri tiltakinum, og umleið 200 fólk hava boðað frá luttøku í kvøld.

Danskir fjølmiðlar vita at siga, at átta ráðharrar fara til ramadan-døgurða í kvøld. Teir eru Morten Bødskov, Mette Gjerskov, Margrethe Vesteager, Uffe Elbæk, Pia Olsen Dyhr, Karen Hækkerup, Manu Sareen og Morten Østergaard.

Millum higar luttakararnar eru eitt nú sjónleikarar, rithøvundar, tíðindafólk, prestar og sakførarar.

Danski Fólkaflokkurin og Kristendemokratarnir hava roynt at forða fyri, at Fólkatingið hýsir tí muslimska tiltakinum, men til fánýtis.