- Eg havi verið vónbrotin so ofta, at eg tori ikki at vóna nakað sum helst.
Í meiri enn átta ár hevur Natasha Vukotic í Hvalba hingið í leysari luft.
Øll hesi árini hevur hon gjørt alt, sum hon kann, fyri at gerast føroyingur. Men hóast nógv ár eru gingin, følir hon framvegis, at hon stendur í akkurát sama stað, sum hon gjørdi, tá ið hon skrivaði til føroyskar myndurgleikar fyri fyrstu ferð, heilt afturi í 1999.
Tað einasta, hon higartil hevur fingið burturúr er vónbrot oman á vónbrot.
Søgan um Natashu er ein søga um, hvussu føroyingar fara við við øðrum fólkasløgum, sum halda, at Føroyar eru eitt deiligt land at búgva í. Tað er ein søga um, hvussu hugburðurin hjá summum almennum starvsfólki í Føroyum er til útlendingar. Men tað er eisini søgan um almenn starvsfólk, sum ikki vita, hvat tey hava við at gera og sum av tí sama í heilum varta upp við skeivum upplýsingum, eisini í heilt avgerðandi viðurskiftum.
- Tað, eg ferð eftir ferð upplivi hjá myndugleikunum er líkasæla og niðurgerðing og eg siti mangan eftir við eini kenslu av, at eg eri bara til fortreð, tá ið eg spyrji um nakað.
Hon veit ikki um tað er tí at hon er útlendingur, ella um tað er tí, at hon er konufólk.
Men hon er í øllum førum púra vís í, at ein miðaldrandi, slipsaklæddur føroyingur, hevði ikki fingið somu viðferð, hon hevur fingið frá myndugleikunum.
Hon heldur, at uttan mun til, hvat hon er, ella hvør hon er, átti tað at verið ein minstakrav, at hon ikki varð niðurgjørd og hálvgum hildin fyri gjøldur av almennum starvsfólki.
Skoyta kanska ikki um okkum
Sjálv heldur Natasha, at hon hevur gjørt, alt, sum hon kann fyri at gerast føroyingur.
- Men viðhvørt ivist eg í um føroyska samfelagið yvirhøvur skoytir um okkum, sigur hon.
Men tað, sum ørkymlar hana mest av øllum, er, at hon fær oftani mótstríðandi upplýsingar, alt eftir, hvørjar myndugleikar, hon tosar við.
- Ein myndugleiki tosar í eyst og ein annar tosar í vest, so eg veit ongantíð, hvat eg kann gera fyri at koma víðari, sigur hon.
Men tað finnast eisini undantøk, tí Natasha skundar sær at leggja afturat, at fyri nøkrum døgum síðani kom hon fyrstu ferð í sambandi við eina konu í innlendismálaráðnum.
- Hon var heilt ótrúliga fitt og hjálpsom og læt meg sita eftir við eini týðiligari kenslu av at hava fingið eina virðilia viðferð.
So hóast lúsingarnir hava verið nógvir á vegnum, hevur hon nú kortini eina vón um, at tað fer at ganga og at hendan maraton renningin frá Heródisi til Pilatus øll hesi árini, skjótt fær ein góðan enda, so at hon loksins kann sleppa at kalla seg føroying.
- Eg havi altíð gjørt akkurát, soleiðis sum myndugleikarnir hava biðið meg um, men tað hjálpir onki.
Men eg føli tað sum um, at eg fái bara háð og spott afturfyri.
- Øll skríggja eftir at fáa meiri útlendska arbeiðsmegi til Føroyar. Men eg haldi, at myndugleikarnir skuldu roynt at fingið viðurskiftini hjá okkum, sum longu eru her, í rættlag, áðrenn roynt verður at slúsa fleiri útlendingar higar.
Sum tað sæst í hinari greinini, varð ein umsókn frá henni broytt, uttan at hon varð kunnað um tað.
- Og á einum almennum stovni, gjørdi eitt starvsfólk mær púra greitt, at í veruleikanum hevði eg ongi rættindi. Bað arbeiðsgevarin meg hoppa, skuldi eg hoppa. Men soleiðis fer man ikki við fólki, tí ein slíkur hugburður minnir um trælahald og hugburðin hjá harrafólki til tey undirgivnu.
- Tað er eisini týðiligt at merkja, at tað irriterar starvsfólkið, tá ið eg spyrji. Onkur hevur enntá spurt, hví eg altíð skal spyrja so nógv og hvat eg skal hava alt hetta at vita til.
- Men tað er mítt lív, tað snýr seg um, so tað er ein løgin og niðurgerðandi hugburður, at eg ikki skal kunna spyrja fyri at vita, hvar eg flóti.
Tá ið Natasha hevur havt arbeiðsloyvi, hevur hon arbeitt á flakavirki.
Natasha sigur, at hon veit væl, at tað er kanska ikki so høgt í metum at standa á einum virki og skera flak.
- Men fyri tað hava flakafólk virðing uppibornað, leggur hon afturat.
Hon leggur afturat, at hóast hon er útlendingur, kann hon brúkast til annað enn at skeera flak og hon skilir ikki, hví tað skal verða so tvørligt at sleppa til arbeiðis.
Hon søkti eisini í 2003 um varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. Men tað kundi hon ikki fáa, tí fyri at fáa tað, skal eg hava búð í Føroyum í sjey ár, uttan íhald og tær treytirnar uppfylti hon ikki.
Hon hevur eisini fingið at vita, at hon kann ikki søkja um varandi uppihaldsloyvi fyrrrenn í desember í ár, tí fyrst tá lýkur hon allar tær tær fløktu, løgfrøðiligu fortreytirnar.
Men so kom hon fyri stuttari tíð síðani á tal við áðurnevndu hjálpsama konuna í innlendismálaráðnum.
- Hon kannaði málið og staðfesti, at eg í veruleikanum kundi havt søkt um varandi uppihaldsloyvi í fjør - altso fyri einum heilum ári síðani.
Sostatt er aftur her eitt heilt ár farið fyri skeyti og tað er so bara eitt dømi um, hvussu mótstríðandi upplýsingar hon hevur fingið, alt eftir hvønn myndugleika, hon tosar við.
Í farnu viku søkti hon sostatt um varandi uppihaldsloyvi.
Hon hevur fingið at vita, at vanliga tekur tað fýra mánaðir at avgreiða eina slíka umsókn. Men av tí at summerferia er, kann tað taka longri.
Men mánadagin fekk hon so at vita, at tey tíverri høvdu gloymt at fortelja henni, at tá ið hon søkti um varandi uppihaldsloyvi, skuldi hon til integratiónssamrøðu hjá løgregluni at fáa greiði á, hvussu væl hon var integrerað, hvussu væl hon dugir føroyskt og so víðari.
Tann samrøðan varð so avgreitt í gjár. Men tá fekk hon samstundis at vita, at starvsfólkið, sum skuldi avgreiða umsóknina, var akkurát farið í feriu og har var altso ongin annar, sum kundi avgreiða málið.
- Jú, snávingarsteinarnir hava verið nógvir og hvørja ferð, ein trupulleiki er loystur, stinga aðrir seg upp. Men hetta er bara eitt dømi afturat um, hvussu illa tað gongur, tá ið almennir myndugleikar geva skeivar og manglandi upplýsingar.
Slítandi og skakandi
Natasha sigur, at øll hesi árini hava verið ógvuliga slítandi og uppskakandi.
- Eg kann ikki fara til handils uttan at ein rúgva av fólki spyr um eg veit nakað nýtt frá myndugleikunum.
- Fari eg í føðingardag ella í veitslu, er sama skilið og tí er hetta nakað, sum fyllir tað mesta av øllum mínum gerandisdegi.
Sjálvt um hetta kann vera strævið, gleðist Natasha kortini innast inni um hetta, tí hetta er eitt tekin um, at fólk eru kedd um støðuna, hon er í.
- Eg vil fegin leggja ætlanir fyri framtíðina. Eg vil fegin sleppa at bjóða meg fram á arbeiðsmarknaðinum Eg kundi eisini havt hug at gingið í skúla fyri at fingið mær onkra útbúgving.
- Men alt hetta kann eg ikki. Í samfull átta ár hava almennir myndugleikar forða mær í at gera nakað sum helst.
- Tað er ræðuligt at liva í óvissu so leingi og tað eru faktiskt átta ár av mínum lívi, sum eru farin fyri skeyti.
Samstundis heldur hon, at øll eru ikki javntsett fyri lógini, tí hon hoyrir javnan um útlendsk ítróttarfólk, har tað tekur nakrar fáar vikur at avgreiða øll loyvini, bæði til ítróttarfólkið sjálvt og til makan.
- Eg veit ikki, hví flakafólk skulu hava verri umstøður enn ítróttarfólk
Natasha sigur, at hon hevur onkuntíð ætla sær okkurt, men tað er hvørja ferð dottið niðurfyri.
- Tað er eisini nógv fyri at sita og gløða út ígjøgnum køksvindeygað dag um dag og síggja fólk fara til arbeiðis og ikki kunna fara sjálv.
Stúrir tú nakrantíð fyri, at tað endar við, at tú verður send av landinum aftur.
Eftir eina góða løtu, har tað sæst, at hon svølgir ein klump í hálsinum, svarar hon lágmælt.
- Eg royni ikki at hugsa um tað. Men tað slepst ikki undan at eg hugsi um tað viðhvørt. Serliga tá ið eg hoyra um ólukkuligar lagnur, har útlendingar verða útnyttaðir og koma illa fyri og verða sendir av landinum.
- Men soleiðis er mín støða ikki. Eg eri ikki innflutt fyri at verða útnyttað og eg eri ikki kriminell. Hóast alt hava vit tað gott í Hvalba og nú hava vit eisini búð her so leingi, at eg slái meg til tols við, at tað er óhugsandi, at vit ver sent avstað aftur.
- Men tað er óskiljandi, at samfelagið ikki kann virðismeta, at fólk gera, alt, tey kunnu, fyri at gerast ein partur av samfelagnum.
Hon veit eisini, at dóttirin er plágað av tankanum um, at hon kann missa alt og verða send av landinum.
- Hon sigur ikki so nógv, men onkuntíð spyr hon um tað kann henda, at vit verða send avstað.
- Eg brúki nógva tíð at hugsa um, hvat eg havi gjørt skeivt og hvat, eg kundi gjørt øðrvísi og tað hevur drenað meg fyri alla orku. Hetta er so strævið at nú eru battaríðini tóm.
- Eg veit ikki um nakar hann hugsa sær, hvussu tað er at ganga við nervum, hvønn einasta dag, eg skal i postkassan, tí eg stúri fyri um keðilig boð frá myndugleikunum liggja í honum í dag.
Serliga fyri dóttrina hevði tað verið ein vanlukka at verðið send av landinum aftur. Hon er nú 13 ár og hevur búð í Hvalba í 10 ár tilsamans, harav tey seinastu átta út í eitt.
Hon er ikki serliga kring í sínum upprunaliga máli longur og hjá henni er Hvalba heimið.
- Eg eri eitt sindur hørm um, at eg ikki havi hildið upprunaliga málið hjá henni viðlíka. Men fyri at integrera okkum í føroyska samfelagið, havi eg lagt doyðin á at læra málið. Tí hava vit altíð tosað føroyskt okkara millum og nú hevur tað leingi verið tað natúrliga málið hjá okkum. Men hesi árini hava verið so strævin, at eg havi rætt og slætt ikki havt yvirskot til at halda føðimálið við líka.
Móttikin við opnum ørmum
Men í øllum mótburðinum, er Natasha ómetaliga takksom fyri, at tað akkurát var í Hvalba, at hon lendi.
Frá fyrsta degi føldu vit okkum hjartaliga vælkomin í Hvalba. Hvalbingar hava tikið ímóti mær sum einum av sínum egnu. Eg havi aldrin merkt, at nakar hevur gjørt mismun á okkum fyri tað um vit eru útlendingar og eg føli, at vit eru fullkomiliga góðtikin av bygdarfólkinum.
– Eg havi ongi skyldfólk í Føroyum, men nú havi eg so nógv góð vinfólk, at tað gongur av tí besta og í so máta stórtrívast vit.
Natasha leggur afturat, at hon dugir ikki at seta orð á, hvussu takksom hon er fyri alt, sum hvalbingar hava gjørt fyri hana.
– Teir hava hjálpt mær ótrúliga nógv og eg veit ikki, hvat eg skuldi gjørt uttan tey.
Men tað má eisini sigast, at Natasha og Vanju hava ikki ligið á latu síðuni, men hava arbeitt hart fyri at verða vælkomin í lokalsamfelagnum í Hvalba og fyri at fáa integratiónina at eydnast.
Natasha hevur arbeitt, tað hon hevur kunnað. Hon er stóran vinaskara og hon er enntá tvær ferðir staðið gumma at einum lítlum hvalbingi. Er tað ein spurningur um at hjálpa til í Roynhøllini antin at vaska ella at varta upp í eini veitslu, er hon altíð til dystin fús og hon situr javnan dadda fyri ymisk foreldur tá ið brúk er fyri tí.
Samstundis klárar dótturin seg sera væl í skúlanum.
Lívrætturin er fyltur lundi, men ræstur fiskur glíður eisini væl niður. Skerpikjøt og ræst kjøt er hon ikki so óð eftir, ið hvussu so er ikki um tað er alt ov sterkt.
- Eg eri ómetaliga takksom fyri okkara vinfólk í Hvalba, tí uttan tey, hevði tað fallið nógv tyngri, tí tey eru góð at tosa við og eru altíð fús at hjálpa.
-Tað hjálpir øgiliga væl at tosa við góðar vinir, tí hetta hevur fylt allar mínar tankar í átta ár og tað er gott at sleppa av við tær negativu kenslurnar við at lossa tær yvir á tey.
Hesa tíðina, hon hevur gingið í Føroyum eru kortini ikki heilt farin fyri onki, tí í hesum døgum er hon til próvtøku í teimum seinastu lærugreinunum í fráfaringarroynd fólkaskúlans.
Tá ið hon hevur tikið 9. flokk, kann væl hugsast, at hon fer víðari til student, ella á heilsuskúla, ella til onkra aðra útbúgving.
Sostatt eru Natasha og Vanja dømi um eina mynstur integratión, bæði málsliga og sosialr. Hon sleppur bara ikki til arbeiðis.
Ikki sær foreldur í átta ár
Í hinari greinini kann lesast, at Natasha hevur nú fingið at vita, at hon fær arbeiðs-og upphaldsloyvi í átta mánaðir.
Beint áðrenn at Natasha fekk arbeiðsloyvið, hevði hon gjørt av at fara heim at ferðast.
- Tað var keðiligt, at tað skuldi fella saman við arbeiðsloyvinum, men nú eru ferðaseðlarnir bílagdir og goldnir, so tað vendst ikki aftur.
- Men eg gleði meg eisini sleppa til heimlandið at ferðast. Eg havi ikki sæð mammu og pápa og hini í familjuni í samfull átta ár. Annar abbin er langt síðani deyður, men seinast eg sá ommuna var fyrst í nítiárunum, tá ið borgarakríggið byrjaði. Vanja hevur ongantíð sæð tey. Hin abbab síggja vit so heldur ikki aftur, tí hann soyði stutt fyri jól og tað er ein spurningur, hvussu leingi omman livir afturat.
- Tí hava vit sett okkum fyri, at nú skal tað vera, at vit skulu síggjast aftur. Serliga langomman gleðir seg sum eitt barn at síggja Vanju fyri fyrstu ferð.
Tí fara Natasha og Vanja at ferðast um nakrar dagar.
Men eisini tað hevur elvt til trupulleikar, tí enn er óvist, hvussu hon sleppur aftur Føroya. Onkur starvsfólk á einum almennum stovni hevur sagt, at eg skal hava eitt serligt Shengen-innferðarloyvi fyri at sleppa aftur til Føroyar.
Onkur annar heldur fast um, at tað er nógv mikið at fáa stempul í passið um ”tilbagerejse tilladelse”.
Natasha veit ikki síni livandi ráð og nú brúkar hon nógva orku upp á at renna frá Peri til Pól fyri at fáa greiði á hesum.
- Men tað verður deiligt at síggja familjuna aftur, eftir so langa tíð. Tað verður eisini deiligt at koma heimaftur- til Hvalbiar, leggur hon afturat.
Mugu rætta hondina út
Fjórða juni vóru átta ár síðani hon kom aftur til Føroya at búgva og hennara inniligasta vón at hon nú kann fáa varandi uppihaldsloyvi, so at hon og Vanja kunnu verða føroyingar.
- Eg havi somu dreymar um útbúgving og arbeiði sum mínar vinkonur. Eg droymi eisini um kunna mála húsini og at fingið bil. Men eg kann ikki annað enn droyma, tí nú havi eg verið fastløst í hesi støðuni í átta ár og enn føli eg tað, sum eg standi í stað.
Hon saknar eisini, at føroyingar hava tilboð til útlendingar, sum vilja integrerasat.
- Tað nyttar ikki bara at krevja, at útlendingar skulu integrerast. Samfelagið má eisini rætta hondina út og bjóða okkum undirvísing í føroyskum og føroyskum viðurskiftum. Men vit fáa onki tilboð av nøkrum sum helst slagi, sigur Natasha Vukotic.
Les eisini greinina: Pínir meg at eg ikki sleppi til arbeiðis.