Síðani 1886 hevur IFAB (International Football Association Board) gjørt av hvørjir reglarnir skulu verða í altjóða fótbólti.
Øll fótbóltssambond - eisini FSF - hava rætt til at senda uppskot inn til IFAB, sum møtist tvær ferðir um árið fyri at kjakast um hvørjir reglar, um nakrir skulu broytast.
Nú hevur IFAB kunngjørt eitt skjal, sum boðar frá nøkrum broytingum í fótbóltsreglunum, sum fara at kollvelta fótbóltsspælið. Stjóri í IFAB er fyrrverandi enski toppdómarin, David Ellary. Í samrøðu við enska blaðið "The Times" sigur hann, at talan er um eitt radikalt dokument, sum fer at broyta fótbóltin ígjøgnum tað, sum David Ellary nevnir eina "Friðarliga kollvelting".
Broytingaruppskotini til núverandi fótbóltsreglarnar eru hesi:
- Ein spælari kann skjóta eitt fríspark til sín sjálvan.
- Málspark kann takast til ein viðspælara inni í brotsteiginum.
- Fríspørk kunnu skjótast meðan bólturin rullar.
- Mál verður dømt um ein spælari bjargar á málstrikuni við hondini
- Dómarin kann bara bríksla ein dyst av um bólturin ikki er í spæli.
- Brotsspark skal dømast til mótstøðuliðið, um ein málverji tekur bóltin við hondunum í brotsteiginum aftaná eina afturlegging frá einum viðspælara.
- Um eitt brotsspark verður brent, so skal málspark takast frá brotsteiginum hjá málverjanum, sum verjir málið óannsæð um hann bjargar, ella brotssparksskjúttin rakar stongina, yvirleggjaran, ella rakar við síðuna av.
- Dómarin steðgar klokkuni hvørja ferð bólturin er úti av spælinum (effektiv tíð, sum í t.d. íshokki). Dystarlongdin verður skorin frá 90 minuttum niður í 60 minuttir.