Ein maður hevur skotið minst átta fólk á einum røktarheimi í amerikanska statinum North Carolina Tann vápnaði maðurin fór inn á eitt røktarheim í tí lítla býnum Carthage í North Carolina. Har skeyt hann átta fólk. Seks teirra doyðu beinanvegin, og hini bæði doyðu á sjúkrahúsinum.
Løgreglan sigur, at drápsmaðurin bleiv tikin eftir skotbardaga við løgregluna. Enn hevur løgreglan ikki sagt, hvør drápsmaðurin er.
Røktarheimið í Carthage hevur 90 seingjarpláss og viðger yvirhøvur fólk, sum hava Alzheimer, skrivar AP.