Tað verður eindømi í føroyskum, tá 2.deildarliðini hjá Skála og ÍF hóskvøldið klokkan 19.30 skulu spæla seinastu átta minuttirnar av dystinum, sum bleiv avblástur tann 17. septembur, tí málverjin hjá ÍF gýppaði allar bóltarnar av vøllinum við vilja í nógva vindinum
Les eisini: Skulu spæla seianstu átta minuttirnar
Kappingarnevndin hjá fótbóltssambandinum er komin fram til, at nú skulu teir seinastu átta minuttirnir spælast. Dysturin er ásettur til hóskvøldið klokkan 19.30.
Les eisini: Aldrin spælt í so ringum veðri
Sambært reglugerðini, so skulu teir somu 22 spælararnir, ið vóru noteraðir fyri at vera á vøllinum, sum skulu byrjan dystin aftur hóskvøldið. Tað kann blíva ein avbjóðing, tí tað vísur seg at onkrir spælarar møguliga ikki eru í landinum.
- Tað er nakað fjas at spæla teir seinastu átta minuttirnar, sigur Bartal Eliasen, sum spældi við ÍF í dystinum.
Nú verður so spennandi at fylgja gongdini í dystinum, sum tó ikki broytir at ÍF og B36 eru flutt upp í 1.deild.









