Átta minuttir koppaðu Holst

Superligan Átta minuttir brúkti FC Nordsjælland upp á at venda 0-1 til 3-1, tá teir bastu Silkeborg, har Christian Lamhauge Holst gjørdi vart við seg við skoti á tvørtræið

Christian Lamhauge Holst og Silkeborg taptu óvæntað fyri FC Nordsjælland í gjár. Silkeborg liggur betri fyri á stigatalvuni, og kom eisini best frá byrjan í dystinum. Føroyski landsliðsleikarin, sum spældi dystin á tamb í høgra borði, gjørdi vart við seg eftir lítlum korteri, tá hann sendi eitt skot á tvørtræið.
Silkeborg stýrdi eisini slagnum hampiliga væl eftir hetta, men hevði trupult við skapa stórar møguleikar. Beint fyri steðgin bragdaði tó, og Silkeborg legði seg á odda. Stutt eftir var Silkeborg nær við at økja, men royndin miseydnaðist. Hinvegin tóktist alt at eydnast hjá FC Nordsjælland, sum gjørdi trý mál á rað innanfyri átta minuttir.
Tveir minuttir fyri leik minkaði Silkeborg um munin til 3-2, men tapið fyri FC Nordsjælland var veruleiki. Sostatt er Silkeborg á fimta plássi við 37 stigum, sjey færri enn Brøndby og FC Midtjylland, ið liggja á plássunum, sum geva atgongd til Euro League. Trý umfør eru eftir av bestu donsku fótbóltsdeildini.