Átta minniligir minuttir

Tvey mál og tvey reyð kort. Tað vóru átta spentir minuttir, sum endaðu grannastríðið í Gundadali í kvøld. Innskiftið Jákup Slættalíð stútaði sigursmálið hjá HB í tíðini, dómarin hevði lagt afturat.

 

Úrslitið var 2-1.

 

Tá Símin Hansen varð útvístur í seinna hálvleiki, og HB var á odda 1-0, var tað nógv, sum bendi á, at teir reyðu og svørtu fóru at vinna slagið um Havnina í dag. Verandi føroyameistararnir vóru kortini ágangandi og grammir, og tað var uppiborið, at Róaldur Jacobsen skjeyt B36 upp á javnt. Tá restaðu tveir minuttir í.

 

Andrew av Fløtum legði HB á odda við frálíkum langskoti, sum hann sendi avstað í fyrra hálvleiki.

 

Í tíðini, dómarin hevði lagt afturat, vardi Meinhardt Joensen meistarliga fyri eini naskari roynd hjá Christian R. Mouritsen. Málverjin stýrdi bóltinum til hornaspark. Tað var eftir hetta hornasparkið, at Jákup Slættalíð var hægstur og stýrdi bóltinum í málið.

 

Meinhardt Joensen og Klæmint Matras vóru tá útvístir fyri kjaftaslit. Teir vildu vera við, at dómarin skuldi ikki viðurkent málið, tí teir reyðu og svørtu høvdu skumpað nakað nógv í feltinum, eftir teirra tykki. Eiler Rasmussen vísti teimum báðum av vøllinum, og B36 spældi seinastu minuttirnar við átta monnum. Hóast tað, so var Jonas Flindt Rasmussen nær við at javna, tá hann drønstútaði eitt innlegg frá Súna Olsen móti málinum, men bólturin fór uppum.

 

Tað stendur einki til hjá meistarunum nú. Hetta var fjórða landskappingardystin upp í slag, at B36 fer av vøllinum í Gundadali uttan at hava vunnið. Komandi sunnudag vitjar oddaliðið Víkingur, og tá verða hvørki Símin Hansen, Meinhardt Joensen ella Klæmint Matras við.

 

HB – B36 2-1 (1-0)

Gundadalur, Tórshavn

Eiler Rasmussen er dómari.

1-0: Andrew av Fløtum, 25.

1-1: Róaldur Jacobsen, 86.

2-1: Jákup Slættalíð, 95.

HB: Teitur Gestsson - Tróndur Jensen, Rógvi Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Alex José dos Santos - Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Símun Samuelsen - Andrew av Fløtum, Jógvan Skeel Nolsøe

Venjari: Sigfríður Clementsen

B36: Meinhardt Joensen - Bárður Olsen, Jonas Flindt Rasmussen, Súni Olsen, Símun Joensen - Klæmint Matras - Heini í Skorini, Róaldur Jacobsen, Jákup á Borg - Lukasz Cieslewicz, Símin Hansen

Reytt kort: Símin Hansen, Meinhardt Joensen og Klæmint Matras.

Venjari: Mikkjal Thomassen

 

98 Dysturin er liðugur, HB vann 2-1!

97 B36 var nær við at javna! Súni Olsen sendi bóltin inn fyri málið, og Jonas Flindt Rasmussen drønstútaði móti málinum, men bólturin fór uppum.

94 Bæði Meinhardt Joensen og Klæmint Matras eru vístir av vølli! Teir hava tosað við stórum bókstavum við dómaran, tí hann viðurkendi málið. Teir vildu vera við, at HB hevði framt fríspark, tá málið kom. Dómarin gav teimum reytt kort fyri kjaftaslit. B36 spælir við átta monnum nú.

93 MÁL!!! Innskiftið Jákup Slættalíð hevur lagt HB á odda! Verjuspælarin var hægstur eftir hornaspark, og hann stútaði bóltin í netið. 2-1!

92 Meinhardt Joensen bjargar meistarliga! Christian R. Mouritsen stóð væl fyri í feltinum, men Meinhardt Joensen stýrdi bóltinum til hornaspark.

90 Enn 1-1.

86 MÁL!!! Róaldur Jacobsen hevur javnað fyri B36. Bæði Lukasz Cieslewicz og Súni Olsen høvdu verið nær við, tá bólturin endaði hjá Róaldi Jacobsen, sum sparkaði kúluna í netið. B36, sum spælir við 10 monnum, hevur trýst HB seinastu løtuna. 1-1!

84 HB hevur skift út. Símun Samuelsen er farin av vøllinum við skaða, og verjuspælarin Jákup Slættalíð er komin út. Tað bendir á, at HB roynir nú at verja leiðsluna. HB spælir við trimum miðverjum nú.

82 B36 hevur lagt eitt trýst á HB nú. Teir hvítklæddu eru ágangandi og grammir og vinna flestu nærdystirnar. Bólturin ferðast fyri tað mesta á hálvuni hjá HB, men enn hevur B36 ikki spælt seg til ein upplagdan møguleika. Tað er líkt til, at HB skal royna at verja leiðsluna seinastu løtuna, hóast B36 spælir við 10 monnum.

75 HB er omaná nú, og B36 hevur lítið at svara aftur við. B36 hevur skift út. Jákup á Borg er farin av vøllinum, og Rasmus Dan Sørensen hevur loyst hann av.

68 Nú er mótbrekkan enn tyngri hjá B36. Símin Hansen hevur fingið sítt seinna gult kort, og hann er tí vístur av vøllinum. Framherjin gjørdi eitt óneyðugt fríspark, og tað kostaði honum dýrt. B36 spælir við 10 monnum nú.

64 Lukasz Cieslewicz hevur verið lítið eyðsýndur í dag, men nú royndi framherjin seg við skoti. Teitur Gestsson var tó ikki settur undir stórvegis trýst.

58 HB hevur framt sína fyrstu útskifting. Jógvan Skeel Nolsøe er farin út, og Hendrik Rubeksen er komin inn.

52 Tað er lívligt í Gundadali. Bæði liðini leggja nógv fyri, men enn er eingin upplagdur møguleiki komin eftir hvíldina.

46 Seinni hálvleikur er byrjaður.

 

46 Hálvleikur. Tað er uppiborið, at HB er á odda. Teir reyðu og svørtu hava misnýtt brotsspark, og Símun Samuelsen, Jógvan Skeel Nolsøe og Hallur Hansson hava verið nær við. B36 hevur eisini bitið frá sær, og stutt fyri steðgin var Jákup á Borg nær við. Hóast nógvir nærdystir hava verið, so hevur spælið verið gott í løtum.

45 B36 spældi seg nú til sín besta møguleika higartil. Lukasz Cieslewicz spældi Jákup á Borg, sum var í góðari skotstøðu, men Teitur Gestsson vardi sera væl fyri. Ein minuttir er lagdur afturat fyrra hálvleiki.

38 HB er omaná nú, og teir reyðu og svørtu hava verið nær við at økt um leiðsluna. Bólturin kom inn fyri málið úr høgru, og Jógvan Skeel Nolsøe var í góðari støðu, men framherjin var ikki nóg avgjørdur.

34 Gult kort til Símin Hansen. Hann hevur framt tvey fríspørk fyrr í dystinum, og nú floytaði dómarin aftur fyri frísparki, tí Símin Hansen hevði gjørt ov nógv av.

32 Meinhardt Joensen, sum var ivasamur fyri dystin, spælir eftir øllum at døma ikki við fullari ferð. Hann skjýtur málspørkini við vinstra beini, og ikki við høgra beini, sum hann plagar.

26 HB var nær við at økja um leiðsluna! HB fór í skjótálop, og Símun Samuelsen stóð væl fyri. Hann lyfti bóltin upp um Meinhardt Joensen - men eisini upp um málið.

25 MÁL!! 1-0 til HB. Andres av Fløtum smekkaði til av brotsteigarmarkinum, og Meinhardt Joensen hevði ongan kjans. 1-0.

21 Lukasz Cieslewicz spældi Símin Hansen at kalla leysan mitt fyri málið, men framherjin bíðaði ov leingi, og verjuspælarin krøkti bóltin út til horna. B36 hevur tikið broddin av HB seinastu løtuna.

17 Súni Olsen var sera nær við at skjóta B36 framum. Lukasz Cieslewicz var farin framvið fleiri mótstøðumonnum, tá hann var feldur uttan fyri brotsteigin. Súni Olsen smekkaði til, men bólturin fór beint oman fyri málið. B36 er omaná nú.

14 Meinhardt Joensen bjargar brotssparkinum frá Andrew av Fløtum! Málverjin vardi fyri skotroyndini, og bólturin stakk fyri føturnar á Halli Hansson, sum kundi seta bóltin í tóma málið, men miðvallarin skjeyt uppum! Tveir risastórir kjansir til HB.

13 Brotsspark til HB! Símun Samuelsen var einsamallur við Meinhardti Joensen, tá málverjin feldi vágbingin. Dómarin pleikaði á brotssparkblettin og gav Meinhardti Joensen gult kort.

10 Liðini hava havt hvør sína roynd. Símin Hansen, B36, royndi seg fyrst úr langari fjarstøðu, men Teitur Gestsson, sum verjir málið hjá HB, varð ikki settur undir stórvegis trýst. Løtu seinni royndi Andrew av Fløtum seg við langskoti, men tað hótti ikki Meinhardt Joensen stórvegis.

5 Byrjanin hevur verið varin. Lukasz Cieslewicz, B36, og Símun Samuelsen, HB, hava hótt í hvør sín enda, men enn er einki komið burturúr.

3 Tað er eitt lítið lot í Gundadali, men tað ávirkar ikki spælið. Tað er bítandi kalt, og kavaflykrur eru í luftini.

1 Dysturin er byrjaður. Tað var ivasamt, um Meinhardt Joensen, sum fór av vøllinum við skaða síðsta vikuskiftið, fór at verja málið í dag. Hann er tøkur og stendur millum stengurnar hjá B36. Súni Olsen, sum oftast spælir á miðvøllinum, spælir í miðverjuni í dag.