Átta milliónir hava vitjað Logos Hope

Klaksvíkingurin Jón Helmsdal er skipari á trúboðaraskipinum Logos Hope, sum er gamla Norrøna.

Hernan Rojas kom við familju síni á Logos Hope ein av fyrstu døgunum í Punta Arenas í Chile og varð ovfarin av at finna útav, at hann var vitjandi nummar 8.000.000.

 

Hann og familja hansara vóru møtt av manning í tjóðarbúnum og føroyska skiparanum, Jón Helmsdal, tí gjørdist hetta ein serstakur dagur fyri familjuna.

 

19. februar 2009 fór Logos Hope sín fyrsta túr sum trúboðaraskip. Felagsskapurin OM keypti skipið frá Smyril Line longu í 2004. Í 2005 bleiv skipið umvælt í Trogir í Kroatia og í 2007 lá leiðin til Kiel, har aðrar umvælingar blivu gjørdar. Í 2008 bleiv nýggjur motorur settur í skipið í Landskrona og so endiliga, í 2009 slapp hon á fyrstu ferð sína.

 

Í vikuni var so vitjandi nummar átta millión umborð. Logos Hope hevur verið í 155 havnum í 65 ymiskum londum. Skipið hevur seinstu árini siglt 100.000 sjómíl, sum svarar til runt jørðina 4,5 ferðir. Bókasølan umborð hevur selt átta milliónir bøkur, teirra millum 2,5 millión kristnar bøkur og Bíbliur. Fólk úr 75 ymiskum londum hava arbeitt umborð á skipinum hesi árini.

 

 Jón Helmsdal er skipari, og umborð hevur hann við sær konuna Katrin og børnini Fríðrik, Ingu og Oliviu.

 

Logos Hope bleiv bygd í Rendsburg í Týsklandi í 1973 og sigldi fyrstu árini sum bilferga, Gustav Vasa, millum Malmø í Svøríki og Travemünde í Týsklandi. Smyril Line keypti skipið í 1983 og doypti hana Norrøna. Tá nýggja Norrøna kom í 2003, bleiv gamla skipið sett til sølu.