Átta mans klárir at leypa á

Tað var aftur ófriðarligt í Havnargøtum sunnunáttina. Í einum føri var ein maður bæði sparkaður og sligin í einum bardaga, meðan ein annar mátti flýggja undan ikki færri enn átta álopsmonnum.

Klokkan var farin av hálvgum fýra sunnumorgunin, tá løgreglan fekk boð um ein bardaga í miðbýnum.
Tveir ungir mans høvdu lagt á ein annan, og høvdu so bart hann til. Teir bæði slógu og sparkaðu hann um allan kroppin.
Maðurin var varð síðani fluttur á Skaðastovuna til kanningar.
Løgreglan hevur verið í samband við vitni sum sóu tilburðin, og søgdu seg haraftrat kenna teir báðar ungu menninar.
Í einum øðrum føri var komið til ilnar millum ein mann og ein bólk av átta øðrum monnum, sum ætlaðu at leggja á hann.
Hesin flýddi inn í eina av matstovunum í miðbýnum, men tordi ikki útaftur fyri teimum átta. Tað gjørdi hann ikki fyrrenn løgreglan kom á staðið og fekk hann í tryggari umstøður.
Upplýst verður, at løgreglan kennir væl tann eina mannin í bólkinum, og sum ikki er ókendur í slíkum málum.