Átta lið verða varpað úr kappingini

Seinnapartin í dag er fyrsta umfar í kappingini um løgmanssteypið

Leygarkvøldið 6. november verður finalan í kappingini um løgmanssteypið. Tveir teir fyrstu dystirnir í kappingini fram ímóti finaluni eru longu avgreiddir. Annar á vøllinum, tá ið FC Hoyvík vann 3-0 á útivølli ímóti Royn, og Tróndur Arge var trífaldur málskjútti. Og hin á skrivaraborðinum soleiðis at skilja, at Undrið FF uttan dyst vann 3-0 ímóti MB.

Í dag eru átta dystir. Tað vil siga, at seinni í dag verður greitt, hvørji átta tey liðini eru, sum longu nú verða varpað úr kappingini.

Tað er greitt, at í hvussu so er trý lið í bestu deildini longu í dag fáa mønustingin í ársins kapping um løgmanssteypið. KÍ og NSÍ hittast, B68 fær vitjan av EB/Streymi, og HB er í Suðuroy og fyrireikar seg til dyst ímóti TB.

KÍ og NSÍ hava longu spælt ímóti hvørjum øðrum einaferð í ár. Tað var í øðrum umfari í landskappingini, tá ið KÍ á heimavølli vann 2-0. Mikukvøldið vann EB/Streymur 3-2 á heimavølli ímóti B68. Tað var í landskappingini. Nú hittast somu lið í steypakappingini, og nú eigur B68 heimavøll.

Vinnararnir í dag halda fram í fjórðingsfinalunum, sum eru ásettar at vera sunnudagin 30. mai.

 

KÍ – NSÍ: Petur Reinert kl. 15.00

ÍF – FC Suðuroy: Dagfinn Forná kl. 15.00

Víkingur – Skála: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

B68 – EB/Streymur: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

07 Vestur – FC Hoyvík: Rúni Olsen kl. 15.00

B36 – AB: Rúni Gaardbo kl. 15.00

B71 – Undrið FF: Eiler Rasmussen kl. 14.00

TB – HB: Alex Troleis kl. 14.00