Átta klárar til EM-hópin

Landsliðsvenjararnir hava nú tikið átta spælarar út til EM-hópin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti

Flogbóltur

 

15. til 19. mai verður EM-undankappingí Føroyum. Føroysa kvinnulandsliðið í flogbólti skal tá royna seg móti Liktenstein, Írlandi, Skotlandi og Liktenstein.

Fyrireikingarnar eru sálvandi langt síðani byrjaðar, og nú eru fyrstu átta spælararnir í hópinum valdar. Um vikuskiftið boðaðu landsliðsvenjararnir, Magnus Tausen og Niclas Joensen frá, at Sólvá Dimon (TB), Birita Joensen (KÍF) og Karin Mikkelsen (SÍ) eru partur av hópinum. Og í gjárkvøldið fingu so fimm aðrar somu boð. Tær eru Annika á Stongum (SÍ), Margit G. Joensen (Mjølnir), Anna Maria M. Kruse (ÍF), Sólgerð Henriksen (Dráttur) og Kate Kate Kalsø (Mjølnir).

Í alt skulu 12 spælarar takast út til hópin.