Listin hjá Norðoya Javnaðarfelag til kommunuvalið í Klaksvík er liðugur.
Valevnini eru:
Petur Martin Hansen
Sólarn Isaksen
Gunnvá Tróndardóttir Joensen
Signhild V. Johannesen
Tummas Lervig
Terja Ósá
Finnbjørn Vang
Hedvig Waagstein
Á býráðsvalinum í Klaksvík í 2012 fekk Javnaðarflokkurin eittans umboð, Signhild V. Johannesen.
Javnaðarflokkurin fekk 440 atkvøður, sum er 14,75 prosent av atkvøðunum.
Størsti flokkur í Klaksvíkar býráð er Fólkaflokkurin, sum hevur 5 av temum 11 umboðunum. Tjóðveldi er næsti flokkurin við 3 umboðum, meðan Nýtt Sjálvstýri hevur 2 umboð.
Fólkaflokkurin varð eftir seinasta val settur uttanfyri. Hinir flokkarnir skipaðu samgongu uttan um Fólkaflokkin.
Sambandsflokkurin hevur einki umboð í Klaksvíkar býráð.










