Alex José dos Santos var sjálvandi nøgdur um tey trý stigini, sum B36 vann sunnudagin. Men hann var langt ífrá nøgdur um spælið, sum hann og liðfelagarnir sýndu í seinna hálvleiki.
- Vit seta ferðina alt ov langt niður, og tað kundi væl kostað okkum dystin. Teir sleppa jú fram til fleiri stórar møguleikar eftir steðgin, uttan at vit nakran tíð megna at lyfta liðið aftur.
Óttaðist tú fyri, at 2-2 javnleikurin móti júst VB/Sumba frá í fjør skuldi endurtaka seg?
- Ja, tað gjørdi eg. Tíbetur megnaðu vit at halda fast um tey trý stigini. Tað var tað týdningarmesta. Men hetta var ein kraftig áminning um, at ein fótbóltsdystur skal spælast í 90 muinuttir, helt bakkurin hjá B36.










