Eitt skalvalop á Mont Blanc sunnunáttina tók 18 fól kvið sær. Bjargingarlið funnu rættiliga skjótt átta teirra á lívi, og seinni eydnaðist tað at bjarga tveimum italiumonnum. Hinvegin er at kalla eingin vón um at finna tey seinastu átta á lívi, siga myndugleikarnir í Fraklandi.
Skalvalopið var í 3.600 metra hædd á einum staði fronsku megin fjallið, sum fjallfólk ofta velja, tá tey royna at sleppa niðan á Mont Blanc. Í mong ár varð Mont Blanc roknað sum tað hægsta fjallið í Evropa við sínum 4.807 metrum, men síðani Sovjetsamveldið datt sundur, verður tað 5.642 metrar høga Elbrus í Russlandi roknað sum tað hægsta í Evropa, skrivar NTB.
Franska innanríkisráðið sigur, at eitt ísstykki loysnaði í erva og elvdi til skalvalopið. Sum skilst vóru tey átta, sum hvurvu, bundin saman. Tey tíggju, sum sluppu við lívinum, eru fimm menn úr Fraklandi og fýra menn og ein kvinna úr Italia. Tey eru millum 26 og 37 ára gomul. Øll vórðu flutt á sjúkrahús, men fronsku myndugleikarnir siga, at tey høvdu bara fingið smávegis snuddir.
Sambært BBC eru umleið 100 fólk dottin oman í Alpunum síðani fyrst í juni, og av teimum eru 20 dottin oman á Mont Blanc.