Champions League bólkaspælið er nú komið so langt, at seinasta umfari av bólkaspælinum verður spælt hesa vikuna. Í kvøld vóru fyrstu dystirnir leiktir, og fá óvæntaði úrslit vóru.
Hóast tað á pappírinum ikki var sikkurt at Manchester United fór at spæla seg víðari undan umfarinum, skuldi tað ganga heilt illa hjá enska stórfelagnum um víðari luttøkan skuldi kiksa. Manchester United skuldi tapa við fleiri málum á heimavølli móti CSKA Moskva, sum var ósannlíkt.
Tað eydnaðist eisini Manchester United at spæla seg víðari við einum sigri, hóast russiska liðið kom á odda á Old Trafford. Endaliga úrslitið av dystinum var, at Manchester United vann dystin 2-1. Málini hjá Manchester United skutu Romelu Lukaku og Marcus Rashford. Serliga kærkomið var málið hjá Romelu Lukaku, sum seinastu tíðina hevur havt heldur striltið við at funnið málið fyri Manchester United.
Á pappírinum var mest spennandi uppgerðin á skránni í Munchen í Týsklandi, har risarnir, Bayern Munchen og Paris Saint Germain brustu saman. Í tí dystinum hevði Bayern Munchen nógv at hevna frá fyrru uppgerðini millum feløgini, tí tá vann Paris Saint Germain 3-0. Tað eydnaðist eisini Bayern Munchen at fáa hevnd fyri seinasta ósigurin millum feløgini. Bayern Munchen vann nevniliga dystin 3-1 móti Paris Saint Germain.
Av øðrum dystum spældi Chelsea 1-1 javnleik á heimavølli móti Atletico Madrid, meðan Barcelona vann 2-0 sigur á heimavølli móti Sporting.
Úrslitini í Champions League í kvøld:
Bólkur A:
Benfica – Basel 0-2
Manchester United – CSKA Moskva 2-1
Manchester United og Basel víðari í kappingini.
Bólkur B:
Bayern Munchen – Paris Saint Germain 3-1
Celtic – Anderlecht 0-1
Paris Saint Germain og Bayern Munchen víðari í kappingini.
Bólkur C:
Chelsea – Atletico Madrid 1-1
Roma – Qarabaq 1-0
Roma og Chelsea víðari í kappingini.
Bólkur D:
Barcelona – Sporting 2-0
Olympiakos – Juventus 0-2
Barcelona og Juventus víðari í kappingini.