Átta á hálvum vølli

Fótbóltssambandi hevur í samráði við feløgini gjørt av, at frameftir verða 8 spælarar á liðum, sum spæla dystir á hálvum vølli. Higartil hevur regulin verið, at umframt ein málmann hava liðini seks útispælarar. Hildið verður, at tað er betri við sjey útispælarum, og tað skal roynast í hesum kappingarárinum. So hereftir verða dystir hjá smápilum, piltum, smágentum og øðrum liðum á hálvum vølli 8 móti 8.