Flestu av uppskotunum koma frá landsstýrisfólkunum, millum annað málið um vardar íbúðir, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna við almannamálum, hevur lagt fram, og málið um afturbering av lønarútreiðslum hjá altjóða flogvinnuni, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, hevur lagt fram.
Í fleiri av uppskotunum er talan um smærri broytingar í verandi lógum.
Andstøðan eigur tvey av uppskotunum. Talan er um tvey uppskot um eykajáttanarløgtingslóg fyri mars. Millum annað er eitt uppskot, har Musikkskúlarnir fáa 3 milliónir afturat í rakstrarjáttan, og at 3 milliónir krónur verða játtaðar til Veðurstovn Føroya.
Øll málini, ið eru fyri í dag, verða beind víðari í nevnd.
Her niðanfyri er yvirlit yvir málini, ið eru á skránni í dag:
Hósdagur, 23. Apríl 2020, kl. 10:00
1. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 89/2019: Uppskot til løgtingslóg um dagføring av vardum bústøðum
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
2. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 93/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um talgildan samleika (Loyva peningastovnum at velja millum ymiskar undirskriftarloysnir)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
3. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 95/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Broyting í WLTP avgjaldssatsunum fyri stórar vørubilar)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
4. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 96/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) og løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m. (Rætting viðvíkjandi eftirløn uttanfyri Eftirlønarlógina, strikað prísjavning av upphæddum og ymiskar nágreiningar)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
5. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 114/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2020-2
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
6. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 115/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2020-3
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
7. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 130/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Afturbering av lønarútreiðslum hjá altjóða flogvinnuni)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
8. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 72/2019: Uppskot til løgtingslóg um at dagføra KT- skipanina hjá Apoteksverkinum
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
9. Framløga











