Átta farnir á sjónum

Løgmaður legði í gjár krans við minnisvarðan í Viðarlundini í Havn

Í gjár varminningardagur teirra sjólætnu. Sum siður er var minningarhald á Sjómansheiminum í Havn, har Bergur Debes Joensen helt minngarrøðu. Síðani varð farið niðan í Viðarlundina, har Anfinn Kallsber, løgmaður, mintist teir sjólætnu og legði krans við minnisvarðan.

Teir, ið farnir eru senasta árið, eru:


Rúni Leyni, Tórshavn, 37 ár. Doyði umborð á »Talco Runner« tann 22. januar 1999.


Hans Pauli Joensen, Nólsoy, 57 ár. Fór við útróðrarbátinum »Nevið« á Norðhavinum 23. mars 1999.


Per Tórleivur Jacobsen, Kvívík, 57 ár. Doyði 3. juni 1999 aftaná skaðatilburð umborð á »Ternuni«.


Jóan Jacob Hansen, Strendur, 39 ár. Druknaði í Vestmannaoyggjunum tann 9. juli 1999. Var inni har við »Bjørgvin«.


Mikkjal Pauli Næss, Miðvágur, 67 ár. Druknaði 11. juli 1999 við bryggjuna í Miðvági.


Petur Pauli á Hædd, Klaksvík, 63 ár. Doyði 21. september 1999 í Kilmarnock í Skotlandi eftir at hann var fluttur sjúkur í land av danska skipinum »Conto«.


Oddur Augustinussen, Vágur, 60 ár. Doyði umborð á »Sancy« 13. oktober 1999.


Poul Eyðfinn Poulsen, Klaksvík, 35 ár. Doyði av vanlukkutilburði umborð á »Ågot« 31. oktober 1999.