Nú er greitt, hvørjir bólkarnir eru, sum skulu spæla á fyrstu Wacken Metal Battle Føroyar, sum verður hildið í Sjónleikarahúsinum, leygarkvøldið 24. mars.
Kappingin byrjar klokkan 18.30 og bólkarnir, sum skulu sspæla, eru átta í tali.
Teir spæla nógv ymisk sløg av tungmálmi, heilt frá skjótum deyðsmálmi, nýmótans thrashmálmi til sorgbundnan dómadagsmálm og tann bleytara endan av málmrokki, sigur Tutl í kvøld.
Teir átta bólkarnir í kappiningini, eru: The Apocryphal Order, Konqueror, Incurse, The Happening, Sic, Synarchy, Hamferð og Earth Divide.
Tað er plátufelagið Tutl, Norðurlandahúsið og Ljóð Tøkni, sum skipa fyri tiltakinum. - Talan er um eina kapping fyri føroyskan tungmálmstónleik, har bólkar fáa møguleika at vísa teirra kynstir.
- Besti føroyski bólkurin fær fær beinleiðis pláss at spæla á Wacken Festival, sum er størsta tungmálmsstevna í heiminum og har skal hann dystast ímóti vinnarum úr øðrum londum, sum eru við í Wacken Metal Battle kappingini.
Upprunaliga skuldi tiltakið haldast í Norðurlandahúsinum, men nú er avgjørt at flyta tað oman í sjónleikarahúsið og tiltakið byrjar klokkan 18.30.
Á myndini er Sic, sum er ein av bólkunum í kappingini.