Átta føroyingar á boripalli í Las Palmas

Teir eru við at rigga m.a. útgerð til á boripallinum West Phoenix, sum skal bora á føroyska landgrunninum í komandi ári. Tá teir sóu grein á Portalinum um pallin sendu teir myndir og tilfar um internetið.

Hóast stórur partur av djúpvatnsflotanum liggur, so eru boð eftir føroyingum í altjóða frálandavinnu. Tørvur er á góðum handverkum í heila tikið í oljuvinnuni, og í mong ár hava hundraðtals føroyskir handverkarar arbeitt í oljuvinnuni í eitt nú Noregi og Danmark. Teir koma víða um í hesum arbeiði, eitt nú til spennandi uppgávur umborð á boripallum. Men tað er ikki á hvørjum degi, at teir fáa til uppgávu at vera við til at rigga útgerð til á palli, sum í framtíðini skal vera partur av oljuleitingini við Føroyar. Nú um dagarnar fekk Sosialurin teldupost frá føroyingum, sum arbeiða umborð á boripalli í Las Palmas.

 

-Vit síggja à Portalinum eina grein um West Phoenix. Føroyingar eru alla staðni. Eg sjálvur og 4-5 aðrir føroyingar eru ì løtuni staddir á Las Palmas umborð á West Phoenix. Vit arbeiða sum mekanikarar umborð. Allir hava tað gott, búgva umborð. Heilsa heima.

 

Hetta vóru orðini, sum stóðu at lesa í telduposti til Portalin/Sosialin í vikuni. Telduposturin var frá Bjarna Berg, sum saman við fleiri øðrum føroyingum arbeiðir umborð á spildurnýggja boripallinum ”West Phoenix”, ið skal bora á føroyska landgrunninum næsta ár.

 

Sosialurin hevur síðani havt samband við føroyingarnar í Las Palmas, har vit spurdu, hvat teir takast við umborð. Vit prenta svar teirra her:

 

-Okkara arbeiði er fyri tað mesta at gera broytingar og ábøtur av hydraulik-útgerðini umborð, tvs. kranar, lyftiútgerð, borigreiðir og annars alt mekaniskt umborð. Tað er altíð ymiskt, sum má broytast, tá tað er nýtt. Vit arbeiða allir fyri eitt danskt felag, og eru í løtuni útleigaðir til MH í Noregi, sum hevur samstarv við Seadrill, eru altso ikki fastir umborð. Vit vóru faktiskt ikki klárir yvir, at tað var hesin, sum skuldi til Føroyar at bora, fyrrenn vit komu her og síðani lósu tað á Portalinum

 

-Um tað verður hesin pallurin, sum finnur fyrstu oljuna á landgrunninum!

 

-Tað hugsa vit ikki so nógv um nú men vænti, at vit verða nakað ernir allir, um tað hendur, nú vit hava verið við til at rigga eitt nú boriútgerð til.

 

Bjarni Berg sigur at enda í teldupostheilsanini, at teir hava verið tilsamans átta føroyingar umborð á West Phoenix, nú eru so fimm eftir. Teir seinastu fara heim 3. august. Nakrir hava verið umborð í 4 vikur og nakrir 6 vikur.

 

-Myndirnar vit senda til Portal og Sosial vísa, hvussu høgt uppi man upplivur at arbeiða og inn á Las Palmas bý, inn yvir havnaøkið, og tá pallurin lá uttanfyri havnaøki her, og síðani felagsmyndina av øllum føroyingunum uppi á tyrlupallinum.

 

Bestu heilsanir, føroyingarnir á West Phoenix.