Átta fólk skotin í ísraelskum skúla

Minst átta fólk doyðu, tá ein ella fleiri menn søktu at einum átrúnaðarligum skúla í Jerusalem í kvøld Ísraelska løgreglan váttar, at átta fólk eru deyð, og at fleiri fólk eru særd. Summar sjónvarpsstøðir siga, at 35 fólk eru særd.

Sambært løgregluni søktu minst tveir menn at skúlanum, sum er í Kiryat Moshe-býarpartinum í Vesturjerusalem. Menninir vóru vápnaðir við maskinbyrsum, og ein teirra hevði eisini spreingievni uppi á sær. Summar keldur siga, at álopsmenninir vóru tríggir í tali.

Umleið 80 lesandi vóru í matarhøllini í skúlanum, tá álopsmenninir lupu á, sigur CNN.